Tað var ein kæra sum førdi til, at B71 flytur upp í 1. deild undan dystinum í dag.
B71 vann kæruna móti ÍF og flytur upp í næstbestu deildina saman við MB. Tað er greitt eftir at feløgini í gjárkvøldið hava fingið kæruúrskurðin frá FSF, har tað stendur, at ÍF, sum annars vann umrødda dystin ímóti B71 2-0, er dømt at tapa 3-0.
Hoyrið samrøðu við Oddmar Selfoss, formann í B71, við at trýsta á pílin undir myndini.