B71 hevur vunnið greipuna

U-21: Við trivaligum heimasigri ímóti HB í kvøld tryggjaðu sandoyingar sær FM heitið og harvið greipuna

Mynd: B71

Tað er stórur spenningur og eisini stórur fagnaður í B71.

 

Í 1. deild er liðið í tættari kapping um at vinna uppflyting í bestu deildina. Nú tað resta tvey umfør, er B71 tvey stig frá uppflytingarplássi. Í tveimum teimum síðstu umførunum fer B71 at spæla á heimavølli ímóti HB og á útivølli ímóti KÍ. Dystirnir vera leygardagin 19. oktober og fríggjadagin 25. oktober.

 

Hvussu tað verður við uppflytingini fæst at síggja næstu vikurnar. Men longu nú hava sandoyingar orsøk at fegnast um avrik á fótbóltsvøllinum:

 

Hóskvøldið var lagið gott í B71 leguni á Tórsvølli, tá ið tað eftir brotssparkskapping eydnaðist U-21 liðnum at vinna steypakappingina í finalu ímóti ÍF.

 

Aftur í kvøld var tað fagnaður. Hesaferð var tað á heimavøllinum inni í Dal, har U-21 liðið hjá B71 vann 4-0 ímóti HB. Tá ið KÍ samstundis vann 3-0 á heimavølli ímóti B36, sum hevur verið næsti kappingarneytin hjá B71, so var tað greitt, at U-21 liðið hjá B71 hevur vunnið meistaraheitið og harvið eisini greipuna.

 

Málskjúttar í kvøld vóru Óli á Reynatúgvu fýra minuttir undan steðginum og fram ímóti dystarenda gekk tað heilt skjótt. Í 80. og 85. minutti minutti skoraði Jónatan Kjærbo, og í 86. minutti staðfesti Jónatan Petersen 4-0 sigurin.

 

B71 hevur tveir dystir eftir at spæla. Tann fyrri verður hóskvøldið á heimavølli ímóti 07 Vestur og tann seinni verður mikukvøldið í næstu viku. Hann verður á útivølli ímóti B36. B71 er topplið og meistari við 25 stigum fyri 8 dystir, og B36 er næstfremst við 21 stigum fyri 9 dystir. Hesi bæði eru langt undan hinum í FM bólkinum. KÍ hevur 9 stig, NSÍ hevur 8 stig, 07 Vestur hevur 7 stig og HB hevur 4 stig. Hesi feløgini hava øll spælt 7 dystir uttan HB, sum hevur spælt 6 dystir.  

 

Mynd: B71