Í gjár varð tað greitt, at tað ikki verður á hesum sinni, at B71 fer at flyta upp í bestu deildina, og at sandoyingar harvið fara at spæla í næstbestu deildini í 2022.
Í kvøld boðar B71 frá, at greiða er fingin á, hvør skal vera venjari hjá B71 bæði í 2022 og 2023.
B71 skrivar soleiðis:
Seinastu tvey árini hevur B71 havt enska venjaran Richard í starvið sum bæði høvuðsungdómsvenjara og venjara hjá besta mansliðnum. Hesi tvey árini hava verið merkt av eini rúgvu av virksemi í felagnum, umframt eini rúgvu av framgongd, hóast afturstig eisini hava verið, ið eru ein natúrligur partur av einhvørjum felagsarbeiði.
Sum venjari hjá besta mansliðnum hevur Richard kravt nógv av leikarunum og hettar hevur eisini givið úrslit í 2021, har vit kappaðust um uppflyting til seinasta leikdag. Hettar eydnaðist ikki, men tykist vera ein lovandi ábending um hvat stendur fyri framman.
Sum høvuðsungdómsvenjari hevur Richard verið sera væl dámdur av børnum og ungum og hevur eisini lagt ótrúliga nógv fyri dagin, at tryggja at B71 livir upp til tey krøv, ið verða sett nútímans ítróttarfeløgum, umframt at hann hevur verið ein aktivur partur av felagsarbeiðinum sum heild. Kanska ein tann mest sjónligi og arbeiðssami venjarin vit nakrantíð hava havt og tað er júst av hesi orsøk at vit vildu hava hann at halda á fram í minst 2 ár afturat.
Leikluturin hjá Richardi verður enn sum høvuðsungdómsvenjari og høvuðsvenjari hjá 1. deild monnum. Hinvegin hava vit ásannað at hóast venjarin hevur gjørt eitt megnararbeiði seinastu tvey árini, so er tað ikki ein haldbar loysn í longdini, at hava ábyrgd av so nógvum liðum í senn.
Komandi kappingarár er tískil ætlanin at umstrukturera venjaraleiklutin og seta ein ella fleiri venjarar at lætta um arbeiðsbyrðuna, so vit framyvir koma at hava uppaftur betri góðsku í venjing og dystum.
Longu komandi ár síggja vit at tað enn einaferð legst afturat hópinum við ungum monnum og stóra uppgávan verður at syrgja fyri at hesir mennast og setast við á besta liðnum, í trá við langtíðarætlanina um at dúva minni og minni uppá kreftir uttanífrá og ístaðin brúka alt tað góða fólki vit hava her suðuri.
Vit gleða okkum at koma í gongd aftur til næsta kappingarár og fyrireikingarnar hava eisini verið ávegis nakað væl áðrenn kappingarenda.