B71 hevur ongan venjara

Frankie Jensen er loystur úr starvi í B71, sum harvið stendur uttan venjara.

Hetta vátta Ragnar Fossdalsá, formaður í B71, fyri Portalinum. Hann sigur, at nevndin ikki hevði nakrar trupulleikar við Frankie Jensen, ei heldur kundu tey finnast at úrslitunum, Frankie Jensen hevði fingið við liðnum. – Vit hava púra einki at finnast á, men tað riggaði ikki millum hann og leikararnar. Tí bleiv tað soleiðis, sigur Ragnar Fossdalsá. Hann sigur, at teir nú arbeiða við at fáa ein annan venjara. Møguliga verður navn sett á í kvøld.