Hóast sandoyingar fleiri ferðir hava havt greiða yvirvág í heimadystum sínum, so hava teir enn ikki vunnið á heimavølli.
Tað ætla teir skal broytast, nú HB kemur á vitjan. B71 hevur allar mans tøkar til uppgávuna, og so er spurningurin, um teir megna at endurtaka sigurin, sum teir fyrr í ár vunnu í Gundadali.
Júst hetta er tó nakað, sum HB ætlar sær hevnd fyri. Tað verður tó uttan leikbannaða Milan Kuljic og skadda Páll M. Joensen, at hendan royndin verður gjørd.