B71 hevur sett serban Dusan Mokan sum nýggjan venjara hjá felagnum.Dusan, sum er 36 ára gamal, hevur UEFA A-lisens og hevur virkað sum venjari síðani 1998. Í løtuni venur hann 2. deildarfelagið FC Lokomotiva Brcko í Bosnia Herzogovina. Dusan skal venja bæði tey vaksnu liðini umframt smádreingir og dreingir hjá B71.
Góðu royndirnar við serbanum Dragan hevur givið B71 mót uppá at royna enn eina serba.
Nú er tað bara VB/Sumba av liðunum í Formuladeildini, sum manglar at kunngera venjara til næsta kappingarár.