B71 hómar bjargingina

Toftamenn fóru fyrr í ár úr Traðardali við øllum stigunum, og við verandi formkurvu í huga er ikki óhugsandi, at teir hava somu ætlanir sunnudagin, nú teir síggja sær møguleika at vinna seg eitt pláss upp á stigatalvuni.

Hjá B71 ræður kanska fyrst og fremst um at finna spæligleðina og stríðsviljan, sum púrasta hevur restað í seinastu umførini. Í so máta kann tað muna væl, at Eirikur Poulsen og Gudmund Nielsen nú aftur er tøkir. Nakað sum ger, at B71 fyri fyrstu ferð í trý umfør ikki er rakt av leikbanni til lyklaspælarar.

Hjá B68 hevur Ndende leikbann, eins og Jóan Símun Edmundsson er burturstaddur í U19-ørindum, og tí noyðist Bill McLoud Jacobsen at gera onkra broyting í mun til liðið, sum hevur staðið seg so væl seinastu vikurnar.