B71 gjørdi tvey sjálvmál

1.DEILD: Ósigraðu víkingarnir eru nú á toppinum

Mikukvøldið var stóra søgan, at B71 í næstbestu deildini varpaði ÍF í bestu deildini úr steypakappingini. Tað gjørdi B71 við 1-0 heimasigri.

Tvær tær síðstu ferðirnar hava sandoyingar einki vunnið í landskappingini. Heilt galið var tað fyri einari viku síðani, tá ið tað endaði við 9-1 tapi í Klaksvík.

Í dag hevði B71 vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Gestirnir fóru avstað aftur við 2-1 sigri. Heilt merkisvert var tað, at sandoyingar skoraðu øll málini. Teir gjørdu sjálvmál bæði í 31. og 32. minutti, og tríggjar minuttir undan leikloki minkaði tann yngri av Santos feðgunum um munin. Sambært dómaraseðilin eitur hann Klayver Schimith Do Nascimento.

Tað vil siga, at sandoyingar nú hava spælt tríggjar dystir í landskappingini á rað uttan at vinna stig.

Eftir fimm umfør hevur B71 fýra stig og er á áttanda plássi. Í sætta fær B71 vitjan av 07 Vestur.

Úrslitið í dag ber við sær, at Víkingur er ósigrað topplið við trettan stigum.

Í sætta umfari fær Víkingur vitjan av KÍ.