Meðan botnurin byrjar at brenna undir sandoyingum, so er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík í holt við at spæla seg inn aftur í stríðið um heiðursmerkini
Tað gongur av skriðuni til hjá B71 í løtuni. Trý stórtap á rað hava við sær at sandoyingar nú aftur eru partur av botnstríðnum, og liðskiparin hjá B71, Símin Hansen, er greiður yvir at vend má koma í hjá sandoyingum.
– Vit eru væl betri enn Víkingur í fyrra hálvleiki, og tað avrikið kunnu vit taka við okkum til næsta dyst. Men steðgin missa vit alt á gólvið, tá teir fáa trý mál við stuttum millumbili, segði ein sera vónsvikin Símin Hansen eftir dystin.
Meðan tað gongur illa hjá B71, so er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík við at rakna við, eftir eina heldur slaka fyrru hálvu av Vodafonedeildini. Síðan steðgin hevur Víkingur spælt fýra dystir, sum allir eru endaðir við sigri til felagsliðið. Hetta hevur við sær at teir nú av álvara eru við í stríðnum um heiðursmerkini.
Gekk javnt á
Víkingur fekk eina sera góða byrjan uppá dystin, tá Hanus Jacobsen í áttanda minutti legði Víking á odda við skoti úr spískum. Eitt mál sum B71 málverjin má taka á sín kappa.
Eftir hesa dreyma byrjan, slakaði Víkingur um trýstið, og B71 kom betur við í dystin. Við einum vælspælandi Símini Hansen á odda spældu sandoyingar fult upp við vertirnar, men tað var trupult hjá báðum liðum at koma fram til líkinda kjansir. Tó so, Símin Hansen hevði ein góðan kjans at javna miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann slapp fram við Geza Turi, men ein verjuspælari fekk vart fyri skotroyndini.
Effektivir Víkingar
Um talan var um ein javnan fyrra hálvleik, so var stórur munur á liðunum eftir steðgin. Uppá 10 gyltar minuttir beint eftir steðgin skoraðu effektivu vertirnir tríggjar ferðir. Fyrst økti Nenad Stankovic til 2-0, tá hann eftir eitt sera gott mótálop, hegnisliga setti bóltin í netið.
Tað var sum um 2-0 málið tók mótið frá sandoyingum, og so gjørdi tað ikki støðuna betri at Páll Klettskarð við tveimum málum við stuttum millumbili kundi økti til 3 og 4-0.
Nú var dysturin avgjørdur, og effektivu vertirnir skuldu bert hava tíðina at ganga. Sandoyingar royndu at fáa pyntað uppá úrslitið, men hóast teir høvdu onkrar líkinda kjansir, so var neyvleikin ikki til staðar í avgerðandi løtu.
Stutt fyri dystarlok varð Símin Hansen vístur av vøllinum, eftir at hava fingið sítt annað gula kort, áðrenn Finnur Justinusen staðfesti trivaliga sigurin, tá hann umsetti eitt brotspark til mál.










