B71 flytur í næstbestu deildina

Kærukríggið í triðbestu deildini er um at vera av, og nógv bendir á, at B71 flytur upp.

Oddastríðið í 2. deild hjá monnum er vorðið til eitt stríð á skrivaraborðinum. Nógvar kærur hava verið um ólógligar leikarar, og nú bara eitt umfar restar í, tykist greitt, at uppflytingarnar til næstbestu deildina verða avgjørdar á skrivaraborðinum. Í øllum førum tann um 2. plássið í deildini, har B71 og Giza/Hoyík kappast.


Oddaliðið MB, sum longu hevði tryggjað sær uppflyting, hevur vunnið kæru um at B36 nýtti ólógligar leikarar tá ið teir megnaðu at vinna 3-2 ímóti oddaliðnum. MB vinnur tískil dystin 3-0 og eru teir tí tryggjaðir 1. pláss í 2. deild hjá monnum.


Undan seinasta leikumfari er B71 bara eitt stig frammanfyri Giza/Hoyvík í kappingini um at vinna sær 2. plássið og harvið uppflyting. Men av tí at B71 hittir oddaliðnum MB í seinasta dystinum, so hevur vónin framvegis verið á lívi hjá Giza/Hoyvík.


Men tað kann alt vera til einkis, tí sum in.fo skilir, so hevur B71 eina ógvuliga góða sak og helst fer at vinna kæruna og harvið uppflyting. Talan er um dyst í Fuglafirði hin 27. septembur, har ÍF skal hava brúkt leikbannaðan leikara, og at upprunaligi 2-0-sigurin hjá ÍF tískil endar við 3-0-skrivarborðssigri til B71.


Sambært heimasíðuni jn.fo, so verður avgerð tikin í hesum B71-málinum í morgin.


Fyri tað ikki skal vera lygn, so hevur Giza/Hoyvík eisini roynt seg við einari kæru ímóti Víkingi. Her fekk samanlagda felagið úr høvuðsstaðnum tó ikki viðhald og má helst brynja seg til enn eitt kappingarár í triðbestu deildini.