Giza Hoyvík fekk einki burturúr fyrstu royndini á heimavølli í hesum kappingarárinum.
B71 var gestur í Hoyvík. Hetta var fyrsta royndin hjá sandoyingum í næstbestu deildini, síðani teir í fjør vunnu triði bestu deildina sannførandi.
Tað eydnaðist so mikið væl hjá B71, at teir fóru úr Hoyvík og um aftur Skopunarfjørð við 1-0 sigri.
Heimamenninir kennast væl við einasta málskjúttan, Tijani Mohammed. Í fjør spældi hann við Giza Hoyvík, har hann í sjey dystum skoraði trý mál.
Í 2011 og 2012 spældi Tijani Mohammed við B71. Fyrra árið skoraði hann fýra mál í 24 dystum, og seinna árið skoraði hann eitt mál í trimum dystum.
Í dag var Tijani Mohammed aftur í B71, og hann skoraði átta minuttir undan steðginum, tá ið hann var einsamallur frammanfyri Predrag Markovic, veteranurin, sum er nýggjur í Giza Hoyvík málinum.