B71 er á odda í steðginum

Tað varð sagt undan dystinum, at hetta er nærum seinasta útkall hjá B71, og í øllum førum hava spælararnir veruliga spíla seg út fyrstu trý korterini.

Sandoyingar hava verið leikliga omaná fyri steðgin, og fimm minuttir undan pausuni skoraðu teir higar til einasta málið.

Hetta kom eftir hornaspark, har Vieira stútaði bóltin. Í fyrstu atløgu varð royndin bjargað á málstrikuni, men Gudmund Nielsen var fyrstur at fylgja upp.