Skála roynir at leggja trýst á B71 fyri at javna, og nú eru fyritreytirnar betri, enn tær hava verið.
Fýra minuttir fyri leiklok er álopsspælarin Gudmund Nielsen rikin av vølli. Eftir at dómarin hevði bríkslað fyri frísparki, smekkaði sandoyingurin bóltin í málið, og tað vísti dómarin honum gula kortið fyri.
Trupulleikin var, at Gudmund Nielsen longu frammanundan hevði sæð gula kortið, og tí noyddist dómarin í reyvalumman, og so er B71 undirmannað síðstu løtuna.