B71 er nærri bjargingini

1.DEILD: Málleysur javnleikur á heimavølli ímóti B68 ber við sær, at sandoyingar framvegis eru í vanda at flyta niður

Tað varð einki mál skorað, tá ið árstalsfeløgini B71 og B68 seinnapartin hittust á Sandi.

Undan steðginum hevði B68 tríggjar góðar málmøguleikar, og beinanvegin eftir steðgin var B71 tvær ferðir tætt við, men tað endaði málleyst.

Úrslitið ber við sær, at tað framvegis er vandi fyri, at B71 fer at flyta niður úr næstbestu deildini. Um HB í kvøld tapir á heimavølli ímóti Víkingi, so verður vandin burtur fyri, at B71 kann flyta niður. B71 hevur 30 stig, og HB hevur undan dystinum ímóti Víkingi 26 stig. B36 hevur 27 stig, og Skála hevur 28 stig. Bæði B36 og Skála hava ein dyst eftir.

Í síðsta umfari skal B71 spæla á útivølli ímóti NSÍ.

B68 hevur 35 stig og er og verður nummar fimm, uttan mun til hvussu tað fer at enda í síðsta umfari, tá ið B68 fær vitjan av KÍ.