Í morgin, páskaaftan klokkan 14 verður oddadystur í 1. deild hjá monnum inni í Dal á Sandi millum B71 og NSÍ.
B71 og NSÍ eru einastu liðini við fullum stigatali, seks stigum aftaná tvey tey fyrstu umførini.
Fimm altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum B71 og NSÍ hava B71 sum favoritt at vinna dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B71 liggja millum 1,44 og 1,55.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,33 og 5,70.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 3,97 og 4,40.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##