FÓTBÓLTUR
Enn er púra opið, hvørji tvey lið komandi ár flyta upp í Vodafonedeildina, tí við trimum umførum eftir, eru trý um boðið. Tó er tað mest ein spurningur, hvør skal fylgja VB/Sumba upp, tí við fimm stigum niður til B71 og sjey stigum til TB, er VB/Sumba stórfavorittur at vinna deildina – og í øllum førum at flyta upp.
Mesti spenningurin stendur sostatt millum B71 og TB, ið enntá mugu finna seg í at hava HB frammanfyri seg á stigatalvuni. Men HB sleppur ikki upp, so kanska annar uppflytarin í ár skal finnast niðri á triðja plássi, har B71 altso í løtuni hevur ein fyrimun, tí liðið er tvey stig framman fyri TB.
Um hugt verður at írestandi dystarskránni hjá B71 og TB, talar tað mesta fyri, at B71 sleppur uppaftur í bestu mansdeildina, har liðið var í fjør og í fyrraárið, men við teimum svingandi úrslitunum, hetta kappingarárið hevur havt fyri øll feløgini í 1. deild, kann framvegis alt henda.
Fýra sóu reytt
Um vikuskiftið setti VB/Sumba stig til ímóti Víkingi í Leirvík, og her var tað enntá Víkingur, ið tvær ferðir kom á odda, men mátti síggja VB/Sumba javna. Tað mesta av seinna hálvleiki spældu liðini við 10 monnum í part, tá reyða kortið tvær ferðir – heldur hart, kanska – hevði verið á lofti. Men javnleikurin mundi annars vera eitt sindur av einari striku í rokningini hjá gestunum.
Bæði B71 og TB høvdu heimavøll og gjørdu sína skyldu. B71 vann 4-1 á Skála, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá veðrið batnaði, at øll fimm málini komu. Og á Sevmýri var TB við yvirlutan ímóti NSÍ og vann 3-1, eftir 1-1 í hálvleikinum. Eisini her fekk ein spælari á hvørjum liði reyða kortið miðskeiðis í dystinum.
HB, sum eitt skifti í summar var oddalið, helt stílin ímóti grannunum úr FC Hoyvík, ið fingu pyntað um úrslitið við einum máli, tá HB longu var komið á odda 3-0. Og í Miðvági var eingin slingur í valsinum hjá B68, ið vann tryggan sigur á komandi niðurflytarunum úr MB.
Upp og niður
Hvør skal fylgja MB niður – um nakar – er enn ikki avgreitt. Men har er FC Hoyvík favorittur í løtuni, tí stígur er fullkomuliga komið í hjá »nýggja Fram«, ið eisini var á odda eina ferð tíðliga í summar. Skála liggur eisini tungt í sjónum, eins og bæði NSÍ og Víkingur mugu ansa sær.
Nú bara eitt umfar er eftir, liggja bæði KÍ og 07 Vestur til at flyta upp úr 2. deild, men av tí at 07 Vestur flytur niður úr Vodafonedeildini og tekur eitt av plássunum í 1. deild næsta ár, kann 07 Vestur ikki eisini flyta upp úr 2. deild, har EB/Streymur og AB eisini hava ein kjans, sum ávikavist nummar trý og fýra.
Og av tí at enn er ógreitt, um KÍ eisini má ta tungu gongd niður úr Vodafonedeildini, ber heldur ikki til at siga í løtuni, hvussu puslispælið um uttastu plássini í 1. deild næsta ár skal ganga upp.









