B71 argaði aftur HB

HB hevur ofta havt trupulleikar av B71, og tað høvdu teir eisini í gjár, tá ið teir vitjaðu á Sandi. HB komu væl frá byrjan, men B71 svaraði væl aftur og fekk eitt stig burturúr

FÓTBÓLTUR

 

Til hvør sítt endamál høvdu bæði liðini tørv á øllum trimum stigunum, tá ið B71 og HB brustu saman á Sandi í gjár. B71 hevur havt eitt heldur misjavnt kappingarár, og lá undan dystinum á aftasta plássi. HB stríðist í hinum endanum, og jagsranin eftir EB/Streymi heldur fram.

Vegna nógvar skaðar í hópinum hevði Eli Hentze sett seg sjálvan á miðvøllin. Eitt sokalla mini-comeback frá ímyndini av fótbólti á Sandi.

 

Páll í hopla

Tað hevur verið misjavnt við spælitíð hjá Pálli M. Joensen, síðan hann kom aftur úr leygusáttmálanum við NSÍ. Stríðsviljaði áleyparin hevði tó fingið møguleikan heima á Sandi í gjár, og hetta var eftir øllum at døma eitt skilagott væl. Eftir einum korteri fekk HB fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, og Páll varð settur at skjótt. Hann sneiddi bóltin í málið ytst út við stongina, og kundi harvið leggja HB á odda 1-0.

B71 hevur í ár havt trupulleikar við at koma væl frá byrjan, og dysturin í gjár var einki undantak. Tað birtist tó ein lítil vón fyri B71, tá ið HB-liðskiparin og miðverjuskansin, Fróði Benjaminsen, eftir hálvum tíma heldur býttisligt og órutinerað fær sær reyða kortið. Hetta hendi eftir eina støðu, har ein B71-ari á einhvønn ólógligan hátt fekk armin í andlitið.

HB dugdi tó væl at leika í undirtali, og stutt fyri hálvleik fingu teir økt um leiðsluna. B71-verjan gav Pálli M. Joensen ov góða tíð, og við góðum skotið frá brotsteigarmarkinum fekk ungi áleyparin økt til 2-0. Símun Rógvi Hansen fekk hendurnar á bóltin, men hetta var ikki nóg nógv til at forða hálvleiksstøðuni, sum harvið gjørdist 2-0 til gestirnar.

 

Tvær ferðir Gudmund

B71-liðið kom sum hamskift á vøllin til seinna hálvleik. Teir vóru nú nógv ágrýtnari, og størri vilji sást á liðnum. 2-0 sigst at vera vandamesta leiðsla í fótbólti, og hetta mátti eitt heldur passivt HB-lið ásanna.

Tað vóru ikki gingnir fleiri enn tveir minuttir av seinna hálvleiki, tá ið Gudmund S. Nielsen sleppur leysur mótvegis HB-málinum. U21-landsliðsáleyparin sveik ikki gylta møguleikan, og økti spenningin munandi, meðan hann minkaði til 2-1.

Eftir hetta kom betri lag á heimaáskoðararnar, og B71 trýsti nú fyri at fáa útjavnandi málið. Áskoðararnir skuldu ikki bíða longri enn tíggju minuttir, áðrenn Gudmund aftur gjørdi tey glað. Hann slapp enn einaferð ígjøgnum HB-verjuna og javnaði til 2-2.

B71 trýsti nógv fyri at fáa avgerandi málið, men teimum eydnaðist ikki at skapa lítlu sensatiónina. HB var tó heldur ikki langt frá at fáa mál upp á skjótálop, men hvørki av liðunum fann málið, og dysturin heima á Sandi endaði 2-2. Eitt rættvíst úrslit, tá ið alt kemur til alt.

HB misti eitt týðandi fet í oddastríðnum, og teir eru nú innheintaðir av B36 á 2. plássi. B71 fekk eina stigið við sær, og hetta kann gerast eitt týdningarmikið stig, nú jagstranin eftir at yvirliva í Formuladeildini av álvara fer í gongd.