B71-ararnir fóru tómhentir úr Gøtu

Fótbóltur: GÍ vann 1-0 á uppflytarunum B71 í Gøtu leygardagin

Tá lið, sum umboðað feløg, ið eisini hava lið í 1. deild, spæla í 2. deild móti liðum, sum ikki eru umboðað í bestu deildini, so verður oftast roknað við, at hesi seinnu eru betri fyri.

Fleiri mundu rokna við, at B71 var favorittur, tá teir komu i Sarpisgerð at dystast við GÍ. Og sandoyingar vóru væl við, serliga í 1. hálvleiki, tá teir høvdu nógv skipað spæl. Eli Hentze byrjaði í álopinum, men fór so á miðvøllin, haðani hann stýrdi tí mesta.

Í 2. hálvleiki tóktist tað, sum um teir á heimaliðnum vóru eitt sindur betri fyri, men tað var ikki serliga eyðsýndur munur á.

Tað, sum dysturin verður minstur fyri, gekk fyri seg síðstu tjúgu minuttirnar.

Tað restaðu tjúgu minuttir, tá Rúni Joensen, málverjin hjá GÍ, var fyrri til bóltin enn Eli Hentze. Rúni var staddur dygst uttanfyri brotsteigin, tá hann tók bóltin við hondini. Linjuverjin markeraði, at málverjin var innanfyri, og so hendi einki. Viðhaldsfólk hjá báðum pørtum vóru samd í, at eingin ivi var um, at hondin var uttanfyri brotsteigin, og at málverjin átti at havt fingið reyða kortið, og so hevði alt kanska endað ørðvísi.

Tað restaðu knappir tjúgu minuttir, tá málið kom. Hornaspark varð sent innfyri úr vinstru, og stóri verjuspælarin, Jón Sigurð Gleðisheygg, var hægstur og stútaði bóltin í málið aftanfyri Valdemar Novisci.

Lítla løtu seinni var Hans Pauli Petersen hjá GÍ feldur í brotsteiginum, men dómarin tagdi, og so endaði tað 1-0 til heimaliðið.

Sandoyingar fáa nýggjan møguleika, tá eitt annað lið, sum hevur verið roknað millum evnini til uppflyting, FS Vágar (fluttu niður saman við B71 í fjør) kemur at vitja. Gøtumenn skulu í Gundadal at spæla móti HB, og tað verður ivaleyst bæði spennandi og undirhaldandi.