Hendingin, sum í gjár fekk Aganevndina at geva spælaranum leikbann, fór fram tann 5. august, og hesar báðar mánaðirnar síðani tað, hevur B68 als ikki vitað, at talan hevur verið um nakað mál.
- Vit fingu eitt faks seinnapartin í dag við úrskurðinum, og um sama mundi var ein teldupostur komin. Men undan hesum vistu vit ikki av nøkrum sum helst, sigur Jógvan Højgaard, formaður í B68.
Og har fer málið ikki ótalað fram við borðinum.
- Málið er fullkomuliga skeivt handfarið, tí vanliga verða partar hoyrdir, tá slíkt er á skránni. Eitt nú var líknandi mál í dysti millum okkum og Víking í fjør, og tá vórðu bæði vit og Víkingur bidnir um frágreiðing.
- Tí meta vit tað sum púra greitt brot á reglurnar, tá málið bara verður skrumblað ígjøgnum Aganevndina, og saman við løgfrøðingi okkara hava vit í kvøld sent skriv til FSF, har vit biðja um nýggja málsviðgerð, og at leikbannið verður strikað, til hendan er liðug, sigur Jógvan Højgaard.
Hartil vísir hann á, at tey á Toftum ikki meta, at hendingin, sum nú er dømd av Aganevndini, var til reytt kort.
- Dómarin sá ikki, hvat gekk fyri seg. Men eygleiðarin í dystinum sigur, at talan var um hending, sum átti at givið gult kort. Og eitt einsamalt gult kort gevur altso ikki leikbann, sigur Jógvan Højgaard.
Sunnudagin skal B68 spæla á útivølli móti - ja, Víkingi.
Skrivið frá B68 til FSF er soljóðandi:
Tofta Ítróttarfelag hevur í dag við stórari undran í dag móttikið avgerð frá Aganevndini frá 17. september 2009, har nevndin uttan nakra sum helst fráboðan til okkum hevur tikið avgerð um at leikbanna ein leikara hjá okkum í samband við eina hending sum skal vera farin fram 5. august 2009 í einum dysti millum B68 og Víkingur.
Vit eru ikki kunnaði um hetta mál áður og vit hava heldur ikki sæð nakað tilfar í málinum.
Sambært grein 13 í agareglugerðini kann eingin avgerð takast fyrr enn allir partar í málinum eru hoyrdir. Hertil kemur, at vit hava rætt til at biðja um fund við nevndina, so vit eisini munnliga kunnu seta fram okkara sjónarmið.
Í avgerðini stendur, at vit skulu hava fingið eina freist uppá 3 dagar at gera viðmerkingar. Hettar er ikki rætt, tí ongin í felagnum hevur grett orð fyri okkum um hesa løgnu kæru.
Annars kunnu vit siga, at niðurstøðan hjá Aganevndini ikki er røtt, tí leikarin hjá okkum hevur ikki undir nøkrum umstøðum gjørt nakran skaða við vilja. Eitt minstamark fyri sømuliga málsviðgerð má vera, at felag og leikari fáa høvið at verja seg í slíkum málum, ikki minst tá hugsa verður um avleiðingarnar av eini avgerð sum hesari nú uppundir endabrestin í landskappingini.
Vit far tí at krevja, at Aganevndin fylgjur skrivaðum mannagongdum, og gevur okkum eina hoyringsfreist áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
Vit vóna at frætta aftur beinanvegin.
Vinarliga
Tofta Ítróttarafelag
Jógvan Højgaard nevndarformaður.