B68 við gott mót

Venjarin hjá B68 var harmur um, at tað ikki eydnaðist toftamonnum at fáa stig.

- Teir fáa mál tíðliga í seinna hálvleiki, og vit royna at trýsta. Men uttan úrslit. Vit spæla væl í dag, tað er ikki trupulleikin, sigur Bill Mc. Jacobsen, sum harmast um stóru broytingarnar í uppstillingini.

- Nenad Stankovic er úti í dag, og noyðast vit aftur at gera broytingar. Og tá profilnar ikki sláa til í sama mun sum í fjør, verður tað trupult. Men vit hava sýnt positivt spæl og eru vit gott mót, sigur B68-venjari.