B68 vann tepurt á grannum

Hóast sigurin var tepur, hevði B68 tamarhald á støðuni allatíðina. Líkindini vóru ógvuliga ring við kolandi stormi, og hetta darvaði spælinum almikið

B68 vann hetta vikuskiftið 2-1 móti kvinnuliðnum hjá GÍ. Dysturin varð leiktur sunnudagin í nógvum vindi, og ringa veðrið hevði við sær, at lítið av fótbóltsspæli var at síggja.
B68 legði hart út og fekk eisini mál heilt tíðliga í dystinum. B68 royndi seg við skoti móti málinum, sum ein verjuleikari fekk vart fyri, men Mariann Isaksen var fyrst á tí leysa bóltinum og beindi hann í netið. Bert fimm minuttir vórðu leiktir, tá hetta málið varð skotið, men undan hesum hevði B68 eisini havt ein góðan málmøguleika, tá Maibritt Olsen gjørdist leys við málverjanum, sum tó bjargaði.
B68 hevði tamarhald á dystinum allatíðina og skapti fleiri málmøguleikar. Toftakvinnur øktu eisini um leiðsluna, tá tíggju minuttir vóru eftir at fyrra hálvleiki. Irdi Hansen royndi seg við einum langskoti, sum málverjin bara hálvbjargaði. Maibritt Olsen var skjót á bóltinum og skoraði.
Henda støðan helt sær heilt til seinastu minuttirnar. Tá fekk GÍ fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Hansa Mikkelsen skeyt frísparkið uppum múrin og beinleiðis í málið. Eitt sera væl skotið fríspark verður sagt av Toftum.
Sigurin hjá B68 var tó ongantíð í vanda, og heimaliðið vann ein uppibornan sigur.

B68 ? GÍ 2-1 (2-0)
1-0: Mariann Isaksen
2-0: Maibritt Olsen
2-1: Hansa Mikkelsen