Veðrið var av tí fagrasta, og tað vóru so nógvir bilar á Svangaskarði, sum tað plagdu at vera, tá ið landsdystir vóru á Toftum.
B68 var stórfavorittur at vinna seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, tí toftamenn eru í bestu deildini, meðan NSÍ er í næstbestu deildini.
B68 vann seg í hálvfinaluna við 2-1 sigri, men síðstu stóru løtuna var tað øgiliga spennandi, eftir at NSÍ hevði minkað um munin til 2-1. Tá gekk tað skjótt úr øðrum endanum og í hin. NSÍ spenti álopsbogan í roynd at javna, og tað bar spentar støður við sær í hinum endanum, har Jørgen Nielsen, Dabo og Samba gjørdu um seg.
Innleggini til bæði málini vóru úr høgru. 1-0 málið skoraði Sebastian Lau Nielsen við nærra stólpa, tá ið 10 minuttir vóru farnir og eftir returbólt, og tá ið ein lítil hálvur tími var farin, var tað Jørgen Nielsen, sum økti um munin til 2-0 ímóti barndómsfelagnum. Uppleggið átti Dabo, sum sneiddi seg leysan í høgru, áðrenn hann flatt legði inn undir málið, har Jørgen var leysur mitt fyri málum og bara tríggjar metrar frá málstrikuni.
So sá tað út til, at vegurin hjá B68 var breiður í hálvfinaluna. Men eftir steðgin reisti NSÍ seg, og longu sjey minuttir eftir steðgin var 2-1, og so helt spenningurin sær til síðsta bríksl. Steffan Løkin, sum í fjør spældi við B68, minkaði um munin, eftir at hann vann bóltin av heimaverjuni og streyk avstað ímóti málinum.
B68 er í hattinum, nú tað verður lutakast, og hjá NSÍ snýr tað seg um at vinna seg aftur í bestu deildina.











