Tað er stórur fagnaður í heimaleguni á Svangaskarði í kvøld. Í fínum fótbóltslíkindum vann B68 í kvøld oyggjauppgerðina ímóti ÍF 3-1.
Hetta er sera merkisverdur sigur. Tað eru 11 ár síðani, at B68 vann á heimavølli ímóti ÍF, og í september vera tað sjey ár síðani, at B68 seinast vann í bestu deildini og á heimavølli.
Tað var 21. september 2014. Mótstøðuliðið var KÍ, og úrslitið var 1-0.
-Eg stórfegnist saman við spælarunum og felagnum. Hóast vit hava verið óhepnir og ikki hava havt marginalirnar við okkum, so hava spælararnir hildið fram við góða hugburðinum, sum teir vístu í vetur, tá ið vit arbeiddu og fyrireikaðu okkum, og nú fingu teir lønina. Vit kundu havt skorað fleiri mál aftrat, men tað snúði seg um at vinna stigini, og tað høvdu vit so ruddiliga uppiborið, sigur B68 venjarin Øssur Hansen.
Toftamenn tóku fullkomuliga fuglfirðingar av bóli. Lukasz Cieslewicz setti hol á í 8. minutti, og tríggjar minuttir seinni átti Lukasz uppleggið, tá ið altíð grammi og óføri Esmar P. Clementsen økti um munin til 2-0.
Pól Jákup Lundsbjerg átti uppleggið, tá ið Uros Stojanov minkaði um munin, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hetta var fimta málið hjá Uros, og hetta var fyrsta málið hjá honum síðani triðja umfar.
Eftir steðgin hildu heimamenninir fram í sama óføra lagnum, og tíggju minuttir eftir hvíldina bar tað úrslit við sær. Áki Johannesen staðfesti 3-1 heimasigurin, og Esmer Clementsen átti uppleggið.
Tapið er sjálvandi vónbrot fyri fuglfirðingar, sum ætla sær meiri enn at tapa ímóti uppflytarum, men ÍF mugu teir smyrja seg við, at í kvøld vóru toftamenn ágrýtnari og raskari.