B68 vann í Fuglafirði

Toftamenn eru á veg til hús úr Fuglafirði við trimum stigum. Harvið eru teir framvegis oddalið í 1. deild og 10 stig frammanfyri ÍF, sum er nummar 3.

B68 vann í kvøld 1-0 í Fuglafirði. Tað var málleyst, inntil tað restaðu 5 minuttir. Tá skoraði Alexandro Casthilio, eftir at Jan Ingi Petersen hevði spælt hann púra leysan.

B68 hevur eftir 11 umfør 31 stig, og ÍF hevur 21 stig.