Onnur finalan í stóra steypadegnum á Tórsvølli endaði fyri løtu síðani. Finalan var í U-14 hjá gentum, og var millum B68 og EB/Streym.
Dysturin endað við at B68 vann dystin 2-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 0-0.
Tá lítil løta var farin av seinna hálvleiki, legði Rebekka Olsen B68 á odda 1-0, og stutt fyri leiklok slerdi Miriam Egilsdóttir sigurin fastan fyri B68, tá hon økti til 2-0.
2-0 sigurin var fult í tráð við leikgongdina, hóast EB/Streymur eitt skifti móti endanum av fyrra hálvleiki trýsti eitt sindur.
Um lítla løtu byrjar finalan hjá U-16 dreingjum. Hon verður millum NSÍ og B36.