Seinnapartin vóru toftamenn gestir í Gundadali hjá teimum næstbestu í HB.
B68 vann 2-1, eftir at hava verið frammanfyri 1-0 í fyrra hálvleiki og 2-0, inntil tað restaðu trettan minuttir.
Sveinur Justinussen legði B68 framum, og tað var eisini hann, sum økti til 2-0, tá ið tað restaðu sekstan minuttir.
Bara tríggjar minuttir seinni svaraði HB aftur. Tað var Ari Mohr Olsen, sum minkaði um munin. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.
Hetta er fjórða ferðin á rað, at B68 vinnur við einum máli. Tríggjar tær undanfarnu ferðirnar var tað á heimavølli og í dag altso í Gundadali ímóti HB, sum hevur vunnið tveir og tapt fýra dystir. B68 hevur vunnið fimm ferðir og tapt einaferð.