Tað letur til, at toftamenn í 2014 aftur verða partur av bestu fótbóltsdeildini. Í dag hevur B68 á Svangaskarði vunnið 3-1 ímóti HB, sum er næstfremsta liðið. Hetta var sætta ferðin á rað, at HB tapti.
Jónleif Højgaard skoraði tvær ferðir fyri B68 í 1. hálvleiki, tá ið Tróndur Jensen minkaði um munin, og Niklas Joensen stútaði eftir horna triðja málið í kassan tíðliga í 2. hálvleiki. Um FC Suðuroy ikki vinnur ímóti B71 í morgin, so verður uppflytingin hjá toftamonnum veruleiki longu trý umfør undan kappingarenda.
Skála helt við 2-1 heimasigri á KÍ tørn um møguleikan at flyta upp. Jákup Johansen setti hol á fyri heimaliðið í 1. hálvleiki, og eftir steðgin økti Jákup til 2-0,árenn KÍ minkaði um munin.
Bæði Skála og HB hava 42 stig. Málmunurin hjá Skála er betri, enn hann er hjá HB, og harvið er Skála nú á silvurplássinum.
Dysturin á Eiðinum í Vági millum FC Suðuroy og B71 verður spældur í morgin klokkan 14.45.
Í botninum lyfti TB við 5-2 heimasigri á Víkingi seg upp um niðurflytingarstrikuna. Støðan eftir 1. hálvleik var 3-1. Andreas legði beinanvegin Víking framum, men tað var skjótt, at heimaliðið kom fyri seg. Ragnar Tausen var trífaldur TB málskjútti í 1. hálvleiki. Eftir steðgin svaraði Víkingur beinanvegin aftur, tá ið Andreas Dalbø skoraði, og so var tað rættuliga spennandi í eitt stórt korter. Men TB svaraði tvær ferðir aftur, og í báðum førum var Teitur Justinussen málskjútti.
At TB lyfti seg upp um strikuna komst eisini av, at EB/Streymur tapti 3-1 í Gundadali ímóti B36. Hálvleiksstøðan var 1-1. Milan Kuljic var tvífaldur málskjútti fyri heimaliðið.
Støðan
B68 47
Skála 42
HB 42
FC Suðuroy 37
B36 36
Víkingur 33
KÍ 29
TB 27
EB/Streymur 26
B71 18
Øll liðini hava spælt 24 dystir uttan FC Suðuroy og B71, sum hava spælt 23 dystir.