Tað gongur framvegis við fullari ferð hjá B68, sum hevur kós ímóti Formula deildini.
Í dag hava toftamenn verið í Leirvík, og har hilnaðist væl. B68 vann 4-0 á LÍF, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0.
Í 1. hálvleiki vóru tað Jósup Henriksen og Dánial Hansen, sum skoraðu, og í 2. hálvleiki var tað ein av ungu toftamonnunum, Emil Olsen, sum gjørdi tvey mál.
Nú tað resta átta umfør, hevur B68 55 stig. Munurin aftur til triðja plássið verður eftir dagsins umfar í hvussu so er 15 stig.