B68 trý stig ímóti B36

Uppgerðin á Svangaskarði millum B68 og B36 er liðug. B68 vann 1-0. Einsamalla málið skoraði Jóan Símun Edmundsson, tá ið eitt korter var eftir at spæla.

Sigurin ber við sær, at B68 hevur lyft seg upp á 23 stig, og at toftamenn harvið eru væl longri frá botninum, enn teir vóru í summarsteðginum. B68 hevur vunnið allar tríggjar dystirnar síðani summarsteðgin.

Munurin frá B36 og fram til EB/Streym er framvegis átta stig.