Dysturin millum GÍ og B68 verður spældur í Gøtu mánakvøldið, og tá verða tað tvey lið í ymiskum støðum, sum skulu royna at vinna dystin.
GÍ hongur framvegis í teimum fremstu liðunum, hóast gøtumenn eru dragnaðir nakað. B68 stríðist hinvegin fyri lívinum í botninum, og hjá teimum telir hvørt stig.
- Vit hava tveir sera avgerandi dystir eftir ímóti ÍF og VB/Sumba, men vit ætla eisini at fáa stig burtur úr øðrum dystum, sigur Bill Jacobsen, venjari hjá B68.
Og fyrsti møguleikin fyri at vinna eitt ella fleiri stig er í Gøtu mánakvøldið. B68 hevur mesta fólki tókt. Kári Hansen, sum er tøkur eftir leikbann aftur, gavst undir venjing hóskvøldið, men verður vónandi klárur til mánadagin. Tað sama er við brasilska álopsspælaranum Anderson, sum eisini fekk ein snudd undir venjing í gjárkvøldið.
Magni og Sámal mangla
GÍ manglar teir báðar mest royndu spælararnar hjá sær til dystin mánakvøldið. Magni Jarnskor er so illa plágaður av skaða í hælsinuni, at hann møguliga gevst fyri í ár. Sámal Joensen, sum hevur verið sannur brandur á miðvøllinum, hevur ikki spælt eftir summarsteðgin orsaka av skaða, og hann hevur framvegis ikki vant.
Sam Jacobsen fekk gult kort í dystinum í Vági, og hann hevur leikbann mánadagin. Hans Jørgen Djurhuus og Sverri Jacobsen høvdu báðir leikbann seinast, men teir eru tøkir til dystin ímóti B68.