B68 ætlar at herja á aftur

Formaðurin heldur, at B68 ikki hevur havt marginalirnar á sínari síðu, og nú fara teir á Toftum at fyrireika seg til aftur at flyta hagar, sum teir halda seg at hoyra heima

B68 verður ikki í Formula deildini í 2007. Tað var greitt, eftir at B68 hevði tapt 2-0 í Runavík. B68 spældi frá 1981 og til 2004 í bestu deildini. Í 2005 vunnu toftamenn næstbestu deildina, men í ár vóru teir aftur ov stuttir.
                      Ber hetta boð um, at B68 ikki hevur styrki at spæla saman við teimum bestu?
                      - Vit mugu staðfesta, at í ár fingu vit ikki nóg nógv stig til at halda fram í bestu deildini. Vit meta okkum í fleiri førum at hava verið ógvuliga óhepnar. Í nógvum dystum hava vit mist stig í evstu løtu, og eftir 27 umfør vísti tað seg at vera so mikið kostnaðarmikið, at vit hava mist plássið í Formula deildini, staðfestir formaðurin í Tofta Ítróttarfelag Niclas Davidsen.
                      Hvussu verður nú?
                      - Vit fara at fyrireika okkum til avbjóðingina í næstbestu deildini. Hon verður ivaleyst stór, men vit ætla at stríðast fyri at koma upp í part aftur í fremstu røð. Her á plássinum hava vit verið í bestu deildini í mong ár, og felagið, spælararnir, viðhaldsfólkini og stuðlarnir fara at arbeiða miðvíst fyri, at Formula fótbóltur sum skjótast aftur verður á Svangaskarði.
Eru tit farnir undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár?
- Tað hevur verið torført at fyrireika seg, tá ið vit ikki hava vitað, hvørjari deild vit skulu spæla í. Tað gera vit nú, og nú fara vit sum skjótast at fyrireika okkum, sigur Niclas Davidsen.
Enn er ikki greitt, hvør verður venjari hjá B68 næsta ár. Bill Jacobsen, sum í summar avloysti Jóannes Jakobsen, var upprunaliga settur sum ungdómsvenjari, og hann hevur sáttmála við B68 sum ungdómsvenjari næsta ár.