Inter-Toto
Við triðja plássinum í landskappingini í fjør vann B68 sær rætt til at taka lut í Inter-Toto kappingini hetta kappingarárið.
Lutakast hevur nú verið um, hvussu liðini í hesi kappingini hittast, og greitt er, at B68 skal dystast móti einum belgiskum liði. Hvat lið talan er um, er ikki greitt enn, men greitt er, at fyrri dysturin verður á Toftum. Hesin skal spælast antin 16. ella 17. juli.