Næstbesta liðið hjá NSÍ vann tíðliga seinnapartin á heimavølli ímóti besta liðnum hjá grannunum í B68.
Úrslitið var 2-0, og fótbóltsspælið var fyri tað mesta heilt gott.
Fyrra hálvleik gekk tað javnt á. Heimaliðið var tó oftari í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, enn gestirnir vóru tað, men einki mál varð skorað undan steðginum, tá ið heimaliðið hevði lítla lotið undan.
Eftir steðgin var heimaliðið væl meiri í álopsstøðu. Tað vóru nógvar nær við og næstan støður, og Petur Meinhard Magnussen í B68 málinum bjargaði fleiri ferðir.
Eftir innlegg og fleiri ferðir aftur og fram var tað miðvallarin Mórits Heini Mortensen, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki setti hol á. NSÍ yvirvágin helt fram, og tíggju minuttir eftir fyrra málið var tað eftir skjótt álop í vinstru og innlegg frá Øssuri Dalbúð, at innskifti Steffan Løkin stutt úr málinum setti bóltin upp í nettakið.
B68 var eftir horna um reppið at minka um munin, tá ið bólturin varð sendur í tvørtræið.
NSÍ liðið var heilt væl mannað ídag. Umframt Øssur Dalbúð vóru aðrir, ið plaga at spæla á besta liðnum, á vøllinum – Per Langgaard, Jann Benjaminsen, Magnus H. Olsen og brøðurnir Jann Martin og Mórits Heini Mortensen.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú hevur 26 stig og er næstfremst, og at B68 er á triðja plássi við 24 stigum.