B68 tapti á Sandi

1.DEILD: Eftir fýra tap á rað reisti B71 seg við at vinna 4-1 heimasigur ímóti toftamonnum

Fótbóltslagið hevur onkuntíð verið betri á Toftum, enn tað er íkvøld. B68 er á veg til hús aftur við 4-1 tapi eftir at hava verið sunnanfirði Skopunarfjørð.

Dreymarnir um, at B68 aftur skal vinna seg í bestu deildina, fingu eitt ordiligt skot fyri bógvin á Sandi, har toftamenn vóru favorittar, men noyddust at fara krøktir um fjørðin aftur.

Inni í Dal á Sandi vóru líkindini av teimum fagrastu, og lagið í heimaleguni varð bara betri og betri, sum tíðin leið.

Eftir at vera farið av vøllinum uttan úrtøku í fýra dystum á rað eydnaðist tað í dag B71 at vinna 4-1 ímóti B68. Hálvleiksstøðan var 2-0.

Maad Ali Aziz skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Tað fyrra í níggjunda minutti, og tað seinna níggju minuttir undan steðginum. 24 ára gamli danin hevur verið við í øllum seks landskappingardystunum og báðum dystunum í kappingini um løgmanssteypið, og í dag skoraði hann fyrstu málini fyri B71.

Heimaliðið vísti betri hugburð enn gestirnir, sum í seinna hálvleiki royndu at spenna álopsbogan. Emil Ronaldsson varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, men tað var ikki B68, sum minkaði um munin. Heldur var tað Markus Clementsen, sum ellivu minuttir undan dystarloki økti um munin til 3-0.

Tríggjar minuttir undan leikloki minkaði Otto Reinert Petersen um munin til 3-1, men í næstsíðsta minutti staðfesti Kristian Hentze rimmar heimasigurin – 4-1.