Tað gongur einki hjá toftamonnum. Í dag taptu teir 3-1 í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Hetta var sætta ferðin á rað, at B68 fór av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Í hesum seks dystunum hevur B68 vunnið tvey stig tilsaman.
Sigurin ber við sær, at Víkingur reisti seg eftir 2-1 tap í Gundadali ímóti B36.
Víkingur hevur 24 stig og er næstfremst við sama stigatali sum 07 Vestur. Málmunurin hjá Víkingi er +16, og málmunurin hjá 07 Vestur er +12.
B68 er á sjeynda plássi við tíggju stigum.
Stóripinnur hevði bara verið einaferð runt, tá ið leirvíkingurin Ingi Jonhardsson legði heimaliðið framum. Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Karstin Clementsen til 1-1. Hetta var annað málið hjá honum á næstbesta liðnum í ár.
Nítjan minuttir undan leikloki varð Ingi Jonhardsson tvífaldur málskjútti, og trettan minuttir undan leikloki staðfesti Arnbjørn Svensson 3-1 heimasigurin.
Í tólvta umfari fær B68 vitjan av HB, og Víkingur fær vitjan av 07 Vestur.