B68 styrkir um hópin

Bæði Hans Jørgensen og Henning Joensen verða at síggja á Toftum komandi kappingarár. B68 hevur av álvara styrkt um hópin seinastu vikurnar. Eisini Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen eru komnir til felagið.

 

Tað hendir nógv í felagnum á Toftum hesar dagarnar. Fyrrverandi NSÍ venjarin, Pauli Poulsen, er komin til og nú er greitt at felagið eisini fær tilgongd av fýra nýggjum leikarum.

 

Nýggjur málverji er Hans Jørgensen, sum tekur yvir eftir Tórð Thomsen, sum er fluttur niður. Hans er 21-ára gamal og hevur roynt seg á flestu av U- landsliðnum hjá okkum. Hann hevur spælt niðri við FC Amager og og HB Køge, umframt at hann seinastu tvey árini hevur spælt við 07 Vestur.

 

Eisini Henning Joensen verður at síggja á Toftum komandi kappingarár. Hann hevur seinnu árini spælt við FC Suðuroy. Henning Joensen spældi í 2007 við B68.

 

Umframt tað, so hava Niclas Fríðrikur Joensen og Mads Nesá skrivað tvey ára sáttmálar við B68.