1. deild kvinnur
Páll Holm Johannesen<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Toftakvinnur fingu vitjan av HB fríggjadagin, og havnakvinnur vórðu sendar suðuraftur við einum stórtapi. B68 byrjaði sum eitt ódnarveður, og tá eitt korter var farið av dystinum, vóru tær longu á odda 3-0. Tað gekk rímuliga javnt á fyrsta korterið, men eftir tað triðja málið hjá B68, fór luftin fullkomiliga úr havnakvinnum. B68 hevði greiða yvirvág í spæli, tað, ið írestaði av dystinum. Álopini skolaðu oman ímóti HB-málinum, og høvdu toftakvinnur verið hepnari frammanfyri HB-málinum, hevði sigurin verið nógv størri, verður sagt av Toftum. Serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, og tá farið var til hálvleiks, var støðan eisini 5-0 til heimaliðið. Málini fyri heimaliðið í fyrra hálvleiki skutu, Maibritt Olsen 2, Linda Joensen 2 og Hansy Davidsen. <o:p></o:p>
Tamari seinni hálvleikur
Eftir so greiðari hálvleiksleiðslu, løgdu toftakvinnur ikki líka nógv fyri í seinna hálvleiki. Ferðin í spælinum fór eisini niður í seinna hálvleiki, og longri varð ímillum málmøguleikarnir. Tó so, tað eydnaðist B68 at skjóta tvey mál í seinna hálvleiki. Eftir góðan tíma økti Heidi í Hjøllum um leiðsluna, og 15.minuttir setti Frida Andreasen punktum fyri málveitsluni. Úr Havn verður sagt, at dysturin sum so, ikki hevði tann stóra týdningin, og at fleiri lyklaleikarar ikki vóru við, og tí gekk tað sum tað gekk. Tær leggja aftrat, at B68 spældi væl fríggjadagin og var avgjørt betra liðið. <o:p></o:p>
B68 vunnið seinastu fýra dystirnar
Toftakvinnur hava gjørt eitt rættiligt hál seinastu dystirnar. Øll oddaliðini hava tapt á Svangaskarði, meðan tað hevur gingið heldur striltið á útivølli. Seinastu fýra dystirnar hava toftakvinnur fingið fulla úrtøku, og endaðu tær eisini á einum triðja plássi í grundspælinum. Liðið er ungt og evnaríkt, og spennandi verður, um B68 fer at gera seg galdandi heilt í oddinum eftir summarfrítíðina. <o:p></o:p>
B68-HB 7-0 (5-0)<o:p></o:p>
1-0 Maibritt Olsen<o:p></o:p>
2-0 Hansy Davidsen<o:p></o:p>
3-0 Linda Joensen<o:p></o:p>
4-0 Maibritt Olsen<o:p></o:p>
5-0 Linda Joensen<o:p></o:p>
6-0 Heidi í Hjøllum<o:p></o:p>
7-0 Frida Andreasen<o:p></o:p>
<o:p></o:p>