B68 spilti seg burtur í Gundadali

1. DEILD: Favorittarnir av Toftum kiksaðu fyri aðru ferð í ár ímóti teimum næstbestu hjá B36

Sum tað varð sagt fyri løtu síðani, so eydnaðist tað í dag 07 Vestur at halda tørn um møguleikan at flyta upp, tá ið vágamenn vunnu á útivølli ímóti toppliðnum Víkingi.

Og nú er orsøk til eyka fagnað í 07 Vestur leguni. Orsøkin er tann, at einasti kappingarneytin um plássið, sum ber beinleiðis uppflyting við sær, einki fekk burtur úr av Toftum og suður í Gundadal.

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá teimum næstbestu í B36 í heyst. Fyri einari viku síðani taptu teir 3-1 á Argjum ímóti AB, sum er á veg at flyta niður.

Men í dag riggaði tað væl hjá B36, sum á ovara vølli í Gundadali vann 1-0 ímóti B68. Hetta er aðru ferð í ár, at B36 argar toftamenn. Fyrra ferðin var, tá ið tað endaði 1-1 á Svangaskarði. Fyrr í ár vann B68 1-0 í Gundadali.

Sigursmálið í dag skoraði 16 ára gamli Emil Weihe Joensen, tá ið ein tími var farin. Hetta var fimti dysturin hjá honum í næstbestu deildini, og málið í dag er tað fyrsta, sum hann hevur skorað í næstbestu deildini. Hann var 19 metrar úr málinum og eitt sindur til høgru, tá ið hann smekkaði til, og bólturin sat í málinum. Tað eru júst í dag tríggir mánaðir síðani, at B36 og Emil Weihe Joensen skrivaðu undir sáttmála, sum ber við sær, at Emil fer at spæla við B36 í hvussu so er fram til kappingarlok í 2021.

Úrslitið ber við sær, at B68 framvegis hevur 40 stig og er tvey stig aftanfyri 07 Vestur, sum toftamenn kappast við um at vinna plássið, sum heilt víst fer at bera uppflyting við sær.

B36 hevur 28 stig og má metast at vera leyst av vandanum at flyta niður.