1. deildarliðið hjá B68 spældi tveir venjingardystir um vikuskiftið. Leygardagin var mótstøðuliðið Skála, sum spælir í bestu deildini, og teir úr næstbestu deildini megnaðu javnleik. Einki mál kom í dystinum, sum tó ikki var keðiligur. Sunnudagin spældi B68 ímóti SÍ, sum eisini spælir í 1. deild, og hesaferð komu fleiri mál. B68 vann dystin 4-1. Málini hjá B68 skutu Øssur Hansen, Jósup Henriksen og Kristian A. Andreasen (2). Málið hjá SÍ gjørdi Jan Joensen.