B68-spælarar í Onglandi

Jóan Símun Edmundsson venur í Manchester City. Jóan Símun vandi har fyrr í ár, og nú hevur enska stórfelagið sent boð eftir honum aftur.

 

Pól Johannes Justinussen venur í Wrexham. Tann venjingin er komin í lag, eftir at venjarin hjá teimum, Dean Saunders, fyrr í ár sá Pól Johannes spæla á U21-landsliðnum.

 

Jóan Símun Edmundson og Pól Johannesen Justinussen vóru millum stuðulsspælararnar hjá B68 í farna kappingarári, og báðir hava spælt á U21 landsliðnum. Jóan Símun Edmundsson hevur eisini roynt seg á a-landsliðnum.