B68 smurdi FS Vágar av

Tað var eingin spenningur í toppdystinum í 1. deild hjá monnum í dag. B68 vitjaði hjá FS Vágum, og toftamenn vunnu við tennissifrunum 6-1.

 

Støðan var 2-0 til B68 í hálvleikinum, og tað endaði við 6-0 til B68. Jósup Henriksen legði B68 fram um 2-0 í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði Jann Ingi Petersen tvey mál, og teir báðir brasiliumenninir, Alex Troleis og Alexandro Casthilo hvør sítt.

Í síðstu løtu minkaði Andrzej Stretowicz um munin við brotssparki.

 

B68 er nú seks stig frammanfyri FS Vágar, sum er næstfremst, og halda toftamenn fram við somu ferð næstu umførini, er líkavið, at teir kunnu avgera alt fyri summarsteðgin.