B68 smurdi B36 av

Fyrsti dystur í trettanda umfari í næstbestu deildini var á Svangaskarði í kvøld

Týskvøldið var tað stórt vónbrot hjá toftamonnum, tá ið tað í Gundadali ímóti HB endaði við 3-2 tapi.

Týskvøldið vóru teir á næstbesta liðnum hjá B36 væl nøgdir við 1-1 á heimavølli ímóti toppliðnum AB.

 

Í kvøld vann B68 5-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36. Hetta var fyrsti dystur í trettanda umfari. Hinir dystirnir verða spældir í morgin.

 

Tá ið teir fóru at hvíla seg var 2-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Emil Ronaldsson hol á, og seks minuttir undan steðginum økti Kristian Anton Andreassen um munin.

Ragnar Lindholm í B68 málinum bjargaði í fyrra hálvleiki brotssparki. Tveir minuttir eftir steðgin minkaði Julian Johansen um munin. Tað gekk bara ein minuttir, so var javnt. Gilli Samuelsen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir hvíldina, javnaði.

 

Tað var javnt í fýra minuttir. So legði Martin Olsen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, heimaliðið framum aftur. Tað restaði eitt korter, tá ið Sveinur Justinussen økti um munin til 4-2, og hann staðfesti trivaliga 5-2 sigurin, tá ið tað restaðu fýra minuttir.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at B68 lyfti seg upp á fjórða pláss.

 

Støðan

AB 25 stig

KÍ 24 stig

NSÍ 23 stig

B68 23 stig

HB 20 stig

Víkingur 17 stig

Suðringar 13 stig

B36 12 stig

Giza Hoyvík 11 stig

ÍF 3 stig

B68 og B36 hava spælt trettan dystir, og hini liðini hava spælt tólv dystir.

 

Í morgin sær skráin soleiðis út:

KÍ-HB kl. 16.30

Víkingur-ÍF kl. 16.00

Giza Hoyvík-Suðringar kl. 17.00

AB-NSÍ kl. 15.00