B68: Skulu halda tørn

Á Svangaskarði halda teir seg hava tett holini eftir at góðir miðvallarar og vandamiklir álopsspælarar hava biðið farvæl

Tað er gott fótbóltslag á Toftum. Eftir at tað eitt skifti kendist tungt og striltið, so hava tvey tey seinastu árini hilnast væl. Í 2004 og aftur í 2006 noyddist B68 tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Steðgurin var báðar ferðirnar bara eitt ár, og tey bæði árini eftir seinnu uppflytingina hevur gingið rætta vegin.
Í 2008 endaði B68 á sætta plássi, og í fjør gekk uppaftur betur, tá B68 endaði á fimta plássi og tí skal spæla fjúrtan ferðir á Svangaskarði hetta kappingarárið. Feløgini, sum í fjør endaðu frá fimta plássi og hægri enn so, eiga 14 heimadystir, og hini eiga 13 heimadystir.
Besta úrslitið í hesi øldini rakk B68 í 2003, tá ið toftamenn leingi vóru við í kappingini um FM. Tá endaði tað við bronsukrónunum.
Nú er spurningurin, um tað fer at eydnast at lyfta seg eitt vet hægri enn fimta plássið í fjør. Bill Jacobsen heldur framvegis um stýrisvølin, og teir flestu av spælarunum frá í fjør eru framvegis á Svangaskarði.
Tríggir, sum í fjør vóru fastir menn á liðnum, eru tó burtur. Miðvallarin Nenad Stankovic og Óli Olsen og Jóan Símun Edmundsson, sum í fjør vóru sera málsóknir, eru ikki tøkir. Óli er farin til skips aftur, og Jóan Símun roynir fótbóltseydnuna í Newcastle.
Merkisvert er tað, at 12 av teimum 18 eru uppvaksnir í Tofta Ítróttarfelag. Superveteranurin Øssur Hansen fer undir sítt 23. ár í bestu deildini. Hann verður neyvan førur fyri at spæla allar dystirnar, men tað verður mett at vera ógvuliga týdningarmikið, at hann verður avloysari í miðverjuni og aðrastaðni.
Petur Meinhard Magnussen skal kappast við Vlada Filipovic um plássið millum stólparnar. Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard og Niklas Joensen eru miðverjar, Poul N. Poulsen og Pól Jóhannus Justinussen eru vongverjar, og teir fáa kapping frá Niklasi Poulsen.
Ndende er framúr á miðvøllinum. Millum møguleikarnar til sentralt miðvallarpláss er evnaríki unglingaspælarin Remi Langgaard, sum var burturstaddur stóran part av síðsta kappingarári. Aðrir miðvallarar eru Eli Simonsen, sum er komin úr KÍ, Kristian Anton Andreassen, sum í fjør var nógv skaddur, arbeiðssomu brøðurnir, Dánjal Pauli og Jónleif Højgaard, og André Olsen, sum hevur fín evni, og sum rættiliga tykist vera komin fyri seg.
Í álopinum verður arbeiðssami og málsókni Ameth Keita álitið. Í fjør skoraði hann sekstan ferðir – ella ein triðing av teimum 48 málunum hjá B68. Jóhan Petur Poulsen, sum var skaddur mesta partin av síðsta kappingarári, og 19 ára gamli nýkomni senegalesarin, Ibrahima Camara, eru onnur boð upp á álopsplássini.
Umframt ið hvussu so er at halda tørn um plássið í landskappingini, so leingjast tey á Toftum eftir, at teirra lið skal standa seg væl í steypakappingini. Bara eina ferð hevur B68 verið í steypafinaluni, sum var fyri 15 árum síðani, tá toftamenn taptu 3-1 móti HB.