Tað er sannur botngysari á skránni í Fuglafirði í annaðkvøld. ÍF er stigaleyst, og um tað ikki eydnast at fáa stig á heimavølli móti teimum næstaftastu, so fer at síggja svartari enn svart út.
Í Runavík gekk lutfalsliga væl fyrsta tíman. So skrædnaði, og nógv av NSÍ málunum í 6-1 sigrinum stóðust av persónligum mistøkum. Tað tykist sum um, at sinniliga yvirskotið ikki er nóg stórt, og tað drenar sjálvsálitið burtur.
Bartal Eliasen er tøkur aftur eftir leikbann, og Dánial Pauli Højgaard er komin fyri seg eftir skaða. Tað gongur eisini betri hjá Arnholdi Joensen, men tað er ivasamt, um hann verður við í annaðkvøld.
Á Toftum hevur úrtøkan verið lítil seinastu umførini. 3-2 tapið í Vági var stórt vónbrot. Tað ber við sær, at B68 nú er á niðurflytingarplássi, og tað mundi kennast sera meint at tapa, eftir at B68 hevði verið á odda við tveimum málum.
Alex Troleis er tøkur aftur eftir leikbann. Stóri spurningurin er, hvør skal verja málið. Tórður Thomsen varð vístur av vøllinum í Vági. Fróði Jensen, sum hevur verið næsti málverjin, er skaddur. Hinir møguleikarnir eru Mass Nesá, sum kom í málið í Vági, og Mortan Hansen, sum sunnudagin vardi málið á næstbesta liðnum.
ÍF spældi á Svangaskarði í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tá endaði tað við javnleiki, og B68 vann brotssparkskappingina.