Álopsspælarin hjá B68, Súni Fríði Johannesen, heldur, at tað nyttar einki at hugsa ov nógv um dystin á Eiði.
- Hetta tapið gevur sjálvandi høvi til rannsakan á liðnum, men vit mugu ikki gloyma, at næsti dysturin er sera týdningarmikil. Vit mugu leggja dystin á Eiði aftur um okkum og royna at manna okkum upp til dystin ímóti ÍF, sigur Súni Fríði.
Hann heldur, at tað er mentalt krevjandi fyri spælararnar, tá ið tað gongur illa.
- Spælið og avrikið hjá okkum er eitt sindur merkt av, at tað hevur gingið illa í fleiri dystum. Mótgongdin ávirkar liðið, men vit hava einki annað val, enn at arbeiða okkum burtur úr hesi truplu støðuni, sigur Súni Fríði Barbá.