Í kvøld var 10. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni. Merkisvert var tað, at toppliðið, B68, sum higartil var ósigrað, legði rygg til tap í Leirvík. Teir næstbestu hjá Víkingi vunnu 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Sigursmálið skoraði Joseph Bassene, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
HB er nú bara eitt stig aftanfyri toftamenn. Teir næstbestu í HB vitjaðu við Streymin, har úrslitið var 2-2. HB legði seg beinanvegin framum við tveimum málum, og tá ið tólv minuttir vóru farnir var støðan 2-1. Í yvirtíðini eydnaðist tað heimaliðnum at javna.
Skála og FC Suðuroy hava verið í tættari kapping um triðja plássið. Í kvøld megnaði hvørki av hesum liðunum at vinna úrtøku á útivølli.
FC Suðuroy spældi grannauppgerð við Stórá í Trongisvági, har teir næstbestu hjá TB vunnu 2-0. Teitur Justinussen legði heimaliðið framum beinanvegin í 2. hálvleiki, og í síðstu løtu staðfesti innskifti Einar Petersen sigurin. Hann skoraði fyrstu ferð hann nært við bóltin!
At B36 orduliga hevur funnið stevið varð staðfest í Gundadali, har Skála legði rygg til 3-2 tap. Rasmus Dan Sørensen skoraði sigursmálið við brotssparki, tá ið tað restaðu tveir minuttir. B36 sigurin og úrslitið í Trongisvági bera við sær, at B36 nú er á triðja plássi - frammanfyri bæðí Skála og FC Suðuroy!
Klaksvíkingar eru á veg av Sandi og norður aftur við 3-1 sigri. Væl mannaða KÍ liðið legði bragdliga fyri, og longu eftir stórt korter vóru gestirnir frammanfyri 2-0. Í báðum førum skoraði Ísak Simonsen. Í fyrra førinum var tað eftir hornasparksinnlegg frá Heðini Klakstein, og í seinna førinum var tað við skoti úr vinstru. Dan í Syulu minkaði um munin fimm minuttir undan steðginum, og 2-1 støðan helt sær, inntil tað restaðu sjey minuttir. Tá staðfesti Kristoffur Jakobsen 3-1 KÍ sigurin, eftir at Terji Rasmussen í B71 málinum hevði hálvbjargað skoti frá Helga Samson.
Úrslit
Víkingur-B68 3-2 (2-1)
0-1: Jónleif Højgaard 22.
1-1: Martin Olsen 25.
2-1: Ingi Sørensen 34.
2-2: Haraldur R. Højgaard 79.
3-2: Joseph Bassene 80.
EB/Streymur-HB 2-2 (1-2)
0-1: Johan Ejvind Mouritsen 5.
0-2: Sørin Samuelsen 7.
1-2: Jóhannes Hansen 12.
2-2: Hans Joensen 90.+3.
B36-Skála 3-2 (2-0)
1-0: Jákup Joensen 22
2-0: Gilli Sørensen 29.
2-1: Markus Olsen 72.
2-2: Jákujp Jacobsen 75.
3-2: Rasmus Dan Sørensen br 88.
B71-KÍ 1-3 (1-2)
0-1: Ísak Simonsen 13.
0-2: Ísak Simonsen 16.
1-2: Dan í Soylu 40.
1-3: Kristoffur Jakobsen 83.
TB-FC Suðuroy 2-0 (0-0)
1-0: Teitur Justinussen 46.
2-0: Einar Petersen 90.
Støðan eftir 10 umfør
B68 21 stig
HB 20 stig
B36 17 stig
Skála 16 stig
FC Suðuroy 16 stig
KÍ 13 stig
Víkingur 13 stig
TB 13 stig
EB/Streymur 7 stig
B71 5 stig
11. umfar
Leygardagin 18. mai - hvítusunnuaftan
KÍ-EB/Streymur
B68-B36
HB-Víkingur
B71-TB
FC Suðuroy-Skála