B68-Skála í kvøld

Klokkan 19 í kvøld verður dystur á Svangaskarði, har B68 tekur ímóti Skála. Við sigrinum hjá B71 móti KÍ, er trýstið í botninum økt nakað. B68 er í løtuni seks stig framman fyri bæði Skála og B71, og tí kunnu teir við einum sigri koma heilt úr vandaøkinum. Skála kann hinvegin vinna seg ájavnt við ÍF, sum er nummar átta, um teir vinna sín dyst, so eingin ivi er um, at báðir partar hava sítt at stríðast fyri á vøllinum.