B68 sjey útlendingar

B68 skal hava heili sjey útlendskar spælarar í hópinum í ár. Av teimum eru fýra spælarar úr Senegal. Tveir av hesum, Badara og Landing, hava vant í B68 í eina tíð, og fríggjadagin komu tveir afturat til Toftir. Keita er álopsspælari og Ndende er miðvallarspælari. Teir báðir vóru við í venjingardystinum hjá B68 ímóti KÍ leygardagin, men líkindini at spæla vóru vánalig, og tey mundu passa nýggju spælarunum illa – teir vóru komnir úr 26 hitastigum.