B68 sigur á Jóansøku

B68 hevur sett turboina til og tykist nú av álvara so at siga at spurta ímóti Formula deildini.

Í kvøld er B68 á veg norður av Jóansøku við trimum stigum í viðførinum.

B68 hevur spælt jóansøkudyst á Sevmýri ímóti TB, og úrslitið var 4-1 til B68, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0.

B68 málini í 1. hálvleiki skoraðu Jósup Henriksen og Alexandro Casthilio. Beinanvegin eftir steðgin minkaði

Jón Tórður Holm um munin.

TB megnaði tó ikki at sleppa nærri sigrinum ella stigi. Eftir ein tíma økti Dánial Hansen um munin til 3-1, og trettan minuttir fyri leiklok staðfesti Øssur Hansen rimmar B68 sigurin við brotssparki.