Rasmus Darre Haahr verður nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá B68. Tað boðar felagið frá á Facebook í dag.
- B68 hevur gjørt avtalu við 32 ára gamla danan Rasmus Darre Haahr. Rasmus byrjar í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari tann 15. apríl. Rasmus hevur UEFA A Pro venjaraprógvið umframt ein BA í Ítrótti frá Københavns Universitet, skrivar B68.
Rasmus Darre Haahr kemur beint úr Keypmannahavn, har hann dagliga lesur til lærara umframt at hann røkir eitt venjarastarv í HB Køge. Tvey tey komandi árini, verður hetta tó skift út við nýggjar avbjóðingar á Svangaskarði, sum hann gleðir seg nógv til, sambært B68.











